- Tíðindi, mentan og ítróttur
Trump hevur covid-19
Ráðgevin hjá Trump, Hope Hicks, fekk staðfest smittuna hóskvøldið, og tí vórðu forsetahjúnini kannað fyri koronu og hava nú fingið staðfest smittuna. Hjúnini sita nú í sóttarhaldi í Hvítu Húsunum, sigur læknin hjá Trump.
Hope Hicks hevur verið saman við Trump fleiri ferðir hesa vikuna, millum annað á veljarafundi í Duluth í Minnesota mikudagin. Hicks var eisini saman við forsetan til stóra orðaskiftið týskvøldið millum Trump og Joe Biden.
The Washington Post skrivar, at myndir frá einum veljarafundi í Pennsylvania her fyri vísa, at Hicks ikki var í munnbindi og tað var hon heldur ikki á flogvøllinum í Cleveland í sambandi við orðaskiftið týskvøldið. Blaðið skrivar eisini, at Trump, sum sjáldan sæst í munnbindi og ella heldur frástøðu, ofta sæst standa tætt saman við starvsfólkum sínum.
Sambært CNN, skuldi Trump eftir ætlan verða við til peningainnsavning uttanfyri Trump-gistingarhúsið í Washington D.C. nú um vikuskiftið, og á veljarafundi í Sandford í statinum Florida.