- Tíðindi, mentan og ítróttur
Broytingar geva tvær milliónir í halli á fíggjarlógini
Broytingar geva tvær milliónir í halli á fíggjarlógini
Landsstýrið væntar at fáa 1,5 milliónir kr. meira í skatti og tolli næsta ár enn mett í upprunaliga uppskotinum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
04.12.2024 - 08:00
Tvær milliónir krónur eru í halli í teimum broytingum, sum landsstýrið ætlar at fáa við í fíggjarlógaruppskotið fyri 2025.
Útreiðslurnar eru tríggjar milliónir størri og inntøkurnar eina millión.
Landsstýrið væntar at fáa eina millión og 478.000 krónur meira í skatti og avgjøldum í 2025 enn mett var í upprunaliga uppskotinum.
Fíggjarnevndin hevur fund seinnapartin í dag, millum annað um fíggjarlógaruppskotið.
Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum hevur fingið fundarboð.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV