Eingin smittutilburður seinasta samdøgrið

bannari
Eingin smittutilburður seinasta samdøgrið
Nú eru 16 fólk smittað, og 59 eru í sóttarhaldi
Nú eru 111.000 koronukanningar gjørdar í Føroyum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
16.09.2020 - 11:49

Eingin koronutilburður er staðfestur seinasta samdøgrið, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

Tó eru tvey fólk aftrat farin í sóttarhald síðani í gjár, og nú eru 59 í sóttarhaldi.

16 fólk eru smittað í løtuni, og 412 eru vorðin frísk aftur.

650 kanningar vóru gjørdar í gjár, so samlaða talið av kanningum er nú oman fyri 111.000.

Eingin er innlagdur á koronudeildini á Landssjúkrahúsinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109