- Tíðindi, mentan og ítróttur
Breivik vil verða royndarleyslatin
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/7495c289bf0f07879403b604098409e9.png?itok=VM7DATS4)
Norðmaðurin, Anders Behring Breivik, sum er dømdur fyri yvirgang, krevur nú at verða royndarleyslatin.
Sakførari hansara hevur latið rættinum kravið.
- Hann hevur sitið avbyrgdur í átta ár eftir dómin, sigur Øystein Storrvik, sakførari.
21 ár
Breivik varð dømdur 21 ár í trygdarvarðhald fyri at hava dripið 77 fólk í Utøya og í álopi á stjórnarbygningin í Oslo 22. juli 2001.
Eftir dómin stevndi Breivik í 2015 norska statin fyri brot á mannarættindi.
Hann fekk partvíst viðhald í býarrættinum í Oslo, men í landsrættinum varð niðurstøðan, at eingi brot vórðu framd á mannarættindi hjá Breivik.
Sakførarin hjá Breivik boðar nú frá, at Breivik fyrireikar nýggj rættarmál móti norska statinum um umstøðurnar í trygdarvarðhaldinum.