Trygdarráðstevnan í München byrjar í dag

Trygdarráðstevnan í München byrjar í dag
Altjóða leiðarar eru við á ráðstevnuni, sum verður roknað sum heimsins fremsti pallur innan verju- og trygdarpolitikk
Amerikanski varaforsetin, J.D. Vance, kom til München í gjár.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
14.02.2025 - 08:00

Árliga trygdarráðstevnan í München byrjar í dag, og heldur fram til sunnudagin. 

Ráðstevnan verður roknað sum heimins fremsti pallur innan verju- og trygdarpolitikk, og í ár snýr hon seg um geopolitisku gongdina og framhaldandi kríggið hjá Russlandi. 

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, fer at hitta amerikanska varaforsetan, J.D.Vance, á ráðstevnuni.

Uttanríkisstjórin í ES, Kaja Kallas, er eisini á ráðstevnuni, saman við forkvinnuni í ES-nevndini, Ursulu von der Leyen, og aðalskrivaranum í Nato, Mark Rutte.

Aksel V. Johannesen, løgmaður, og Mette Frederiksen, forsætisráðharri, eru eisini á ráðstevnuni.

 

Mette Frederiksen, forsætisráðharri, og uttanríkisleiðarin í ES, Kaja Kallas, eru eisini á trygdarráðstevnuni. (Mynd: AFP/RitzauScanpix)

 

Týðandi høvi

Í tíðindaskrivi í morgun frá danska forsætismálaráðnum, sigur Mette Frederiksen:

- Við álvarsligu støðuni, sum Evropa er í, er trygdarráðstevnan í München týðandi høvi at økja um samskiftið við starvsfelagar og sameind um broytingar í geopolitiska veruleikanum og um kríggið á meginlandinum. Í hesum tíðum eru samleiki og samgongur avgerandi. Serliga mugu vit standa saman um framhaldandi at stuðla Ukraina.

Hóast amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur tosað um fund millum leiðandi umboð úr Moskva, Kyiv og Washington í dag, so vísir Ukraina aftur, at tað hevur ætlanir um at tosa við russarar. 

Ráðgevin hjá Zelenskyj, Dmytro Lytvin, leggur dent á, at einki liggur á samráðingarborðinum. 

Trump segði mikudagin, at hann og Putin vóru samdir um at fara undir samráðingar fyri at enda kríggið. 

Zelenskyj svaraði aftur við at leggja dent á, at Ukraina, sum sjálvstøðugt land, ikki kann góðtaka, at avtalur vera gjørda, uttan at Ukraina er við.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859