Ógreitt hví bilurin koyrdi inn í mannamúgvuna

Ógreitt hví bilurin koyrdi inn í mannamúgvuna
Maðurin, sum er tikin, kom til Týsklands í 2016 og bað um friðskjól, men tað fekk hann ikki
28 fólk fingu skaða, tá hesin bilurin koyrdi inn í mannamúgvuna í München fyrrapartin.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
13.02.2025 - 15:49

Enn er ikki greitt, hví ein 24 ára gamal maður úr Afghanistan koyrdi inn í eina mannamúgvu í suðurtýska býnum München tíðliga fyrrapartin.

Sambært Der Spiegel kom maðurin til Týsklands í 2016 og bað um friðskjól, men tað fekk hann ikki. Síðani hevur hann havt eitt sonevnt toleransu-loyvi, sum ger, at avgerðin um at vísa honum av landinum aftur er útsett.

Í minsta lagi 28 fólk fingu skaða, summi av teimum álvarsligan skaða, men enn er einki sagt um, at nakar hevur latið lív.

 

 

Kann ávirka valið

Val verður til týska samveldistingið 23. februar, og roknað verður við, at hendingin í dag fer at hava við sær, at tilflyting fer at seta upp aftur størri dám á valstríðið og valið.

Samveldiskanslarin Olaf Scholz í sosialdemokratiska flokkium SPD og Friedrich Merz, sum er leiðari í kristindemokratiska flokkinum CDU, hava báðir talað fyri at herða krøvini fyri tilflyting til Týsklands. 

Báðir menninir vita eisini, at høgravíðgongda Alternative für Deutschland, sum hevur tilflyting sum eitt av sínum høvuðsmálum, hevur havt stóra framgongd í veljarakanningum og stendur til at gerast næststørsti flokkur í samveldistinginum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859