- Tíðindi, mentan og ítróttur
USA: Ukraina má gera neyðsemjur
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/hegseth.jpg?itok=Od6fM9yu)
Ukraina kann ikki fara aftur til markið, sum var galdandi fyri 2014, og landið kann heldur ikki gerast limur í Nato.
Tað segði nýggi amerikanski verjumálaráðharrin, Pete Hegseth, á fundi í kontaktbólkinum hjá londum, ið eru sameind við Ukraina, skriva altjóða miðlar.
Fundurin var í kontaktbólkinum, samstundis sum Nato-verjumálaráðharrarnir hava fund í Brússel í dag og í morgin.
Pete Hegseh segði, at Donald Trump, forseti, vil hava skjóta loysn á krígnum, og tað ber í sær, at Ukraina noyðist at gera neyðsemjur.
Óveruligar loysnir
Amerikanski verjumálaráðharrin heldur, at samráðingarloysnirnar, sum verða nevndar til tess at enda kríggið millum Russland og Ukraina, kunnu ikki fremjast í verki. M.a. at Ukraina skal fáa limaskap í Nato, og at farast skal aftur til markið, sum var galdandi fyri 2014.
Pete Hegseth mælti til eina "veruliga meting av vígvøllinum," sum hann tók til.
- Trygdin eigur ikki at verða veitt gjøgnum limaskap í Nato, men evropeiskar og ikki-evropeiskar deildir skulu veita hesa trygdina, segði amerikanski verumálaráðharrin.
Pete Hegseth gjørdi eisini greitt, at USA fer ikki at senda hermegi til Ukraina.
Sí videobrot frá AP-tíðindastovuni: