Fimm nýggir koronutilburðir

bannari
Fimm nýggir koronutilburðir
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
13.09.2020 - 13:02

Fimm nýggir koronutilburðir vórðu staðfestir í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum. 

Talan er um fimm persónar, sum eru smittaðir í Føroyum. Seinastu tilburðirnar, eru annars í størstan mun funnir á flogvøllinum frá ferðafólki, sum eru komin til Føroya.

Allir hesir fimm persónarnir eru partur av einari smittuketu, sum Landslæknin sigur seg kenna til. 

Teir fimm persónarnir eru avbyrgdir, og Landslæknin er í gongd við neyðugu smittusporingina.

Lars Fodgaard Møller, landslækni, sigur í dag, at tveir av teimum fimm smittaðu sótu í sóttarhaldi og hinir tríggir vórðu mettir at verða útsettir, tí teir vórðu partur av eini smittuketu, har korona kundi vera í.

Tí metir hann ikki, at sjúkan fer at breiða seg skjótt aftur, men at tamarhald framvegis er á smittuketunum í Føroyum.

Tilsamans hava 423 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 410 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 13 persónar smittaðir í løtuni.

Ein persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í samband við coronasmittuna.

Tilsaman eru nú 108.270 korona kanningar gjørdar í Føroyum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109