Bjørgfríð avloysir Jákup Frants

Bjørgfríð avloysir Jákup Frants
Bjørgfríð Ludvig verður forkvinna í starvsbólkinum hjá Kommunufelagnum til nýggjárs
Bjørgfríð Ludvig verður forkvinna í starvsbólkinum hjá Kommunufelagnum
 
11.09.2020 - 08:41

Bjørgfríð Ludvig, kommunustjóri í Tórshavnar kommunu, verður forkvinna í starvsbólkinum hjá Kommunufelagnum tað, sum eftir er av hesum valskeiðinum. Valskeiðið endar á nýggjárinum.

Hon tekur við eftir Jákup Frants Larsen, sum legði frá sær 1.september sær sum kommunustjóri í Fuglafjarðar kommunu eftir at hava verið í starvi hjá kommununi í 45 ár. 

Hann var formaður í starvsbólkinum í Kommunufelagnum síðani felagið varð stovnað í 2014.

Og hann var formaður í starvsbólkinum hjá Kommunusamskipan Føroya frá 2009 til 2014.

Í starvsbólkinum hjá Kommunufelagnum eru hægstu fyrisitingarligu leiðararnir í kommununum. 

Starvsbólkurin fyrireikar málini, sum skulu leggjast fyri stýrið í Kommunufelagnum til politiska støðutakan.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 13. mars
RagnarRokk 13.mars 2024
187290
Hósdag 13. mars
Andarblak: Leirkerasmiðurin
189154
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 13. mars
Always Outnumbered, Never Outgunned
189170
Mikudag 12. mars
Hondbóltur: Føroyar - Holland
189119
Mikudag 12. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189087
Týsdag 11. mars
Veðrið
189035