- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lidnir at menna koppingarevnið um ársskiftið
Um svensk/bretska felagið, AstraZeneca, fær loyvi at fara undir aftur royndirnar við koronakappingarevninum, sum roynt verður at menna, so væntar fyritøkan, og hon um ársskiftið kann boða frá, at koppingarevnið kann nýtast.
AstraZeneca var farin undir kanningar av koppingarevninum á triðja og seinasta stigi, tá eitt av fólkunum, sum var við í kanningunum, fekk hjáárin.
Nú er greitt, at talan var um mønubruna.
Ikki óvanligt
Stjórin í AstraZeneca, Pascal Soriot, sigur, at tað ikki er óvanligt, at slíkar royndir steðga, um eitthvørt tekur seg upp.
Hann vísir á, at allur heimurin fylgir royndunum hjá fyritøkuni, tí spenningurin er stórur, um koppingarevnið kann nýtast fyri koronu, og tí skal ein óheft trygdarnevnd fáa greiðu á viðurskiftunum, sigur hann.
Heimsheilsustovnurin, WHO, hevur sagt, at koppingarevnið hjá AstraZeneca er tað, sum stovnurin higartil hevur størst álit á.
ES hevur gjørt avtalu við AstraZeneca um 300 milliónir skamtir av koppingarevninum, um hann verður góðkendur, og hevur avtalað at fáa 100 milliónir skamtir aftrat til tey 27 ES londini.
Danmark fær í fyrstu syftu 2,4 milliónir skamtir, og Føroyar og Grønland eru við í tí avtaluni.
Pascal Soriot, sigur, at AstraZeneca fer at nýta millum 50 og 60.000 fólk í royndunum, sum nú eru á triðja stigi.