- Tíðindi, mentan og ítróttur
Útbúgvingarsamskipari hjá læknum settur
Turid Holm Johannesen er sett sum útbúgvingarsamskipari hjá læknum, sum eru í introduktiónsstarvi og høvuðsútbúgvingarstarvi í almennum medisini. Hetta eru læknar, sum vanliga fara at starvast sum kommunulæknar.
Turid Holm Johannesen er 37 ára gomul, og starvast sum kommunulækni í Kirkjustræti í Hoyvík.
Skal eisini vera bindilið
Sum útbúgvingarsamskipari fær hon ábyrgd av at stuðla undir og virka fyri dygdini í KBU, intro og høvuðsútbúgvingini í almennum medisini. Eisini verður hon sum samskipari bindilið millum útbúgvingarlæknar, tutorlækna, praksis og Landssjúkrahúsið.
Talan er um fast starv í 18 tímar um mánaðin.
Introduktiónsstarv er eitt innleiðslustarv til eina ávísa sergrein, áðrenn læknin fer undir høvuðsútbúgvingina í somu sergrein. KBU er stytting fyri klinisk basisuddannelse, sum er fyrsta stigið víðari á yrkisleiðini hjá útbúnum læknum.