Aftur ein smittutilburður á flogvøllinum

bannari
Aftur ein smittutilburður á flogvøllinum
Í løtuni eru 34 fólk smittað av koronu. Av teimum eru 29 eru russiskir sjómenn, sum ikki hava verið í landi í Føroyum
Ferðafólkið, sum varð staðfest smittað á flogvøllinum í gjár, býr uttanlands
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
04.09.2020 - 11:38

Aftur í gjár varð ein tilburður av koronusmittu staðfestur á flogvøllinum í Vágum, upplýsir Landslæknin.

Talan er um eitt fólk, sum býr uttanlands. Viðkomandi er avbyrgdur, og Landslæknin er farin at spora smittuna.

Nú eru 101.208 koronukanningar gjørdar.

Í løtuni eru 34 fólk smittað av koronu. Av hesum eru 29 russiskir sjómenn, sum ikki hava verið í landi í Føroyum,

Tvey fólk liggja á sjúkrahúsi við koronu, men hvørgin er á intensivari deild. 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109