120.000 deyð í Brasil

120.000 deyð í Brasil
Meira enn 120-túsund fólk eru nú deyð av koronu í Brasil, upplýsa heilsumyndugleikarnir
 
30.08.2020 - 14:48

Meira enn 3,8 milliónir tilburðir eru staðfestir í landinum, og bara seinasta samdøgrið eru meira enn 900 fólk deyð av smittuni. Hetta talið er nakað minni enn undanfarnu dagar, tá um 1.000 fólk eru deyð av covid-19 um dagin.

USA hevur framvegis flest tilburðir,  - meira enn 6,1 miljón, og sløk 187.000 eru deyð av covid-19, vísa tøl frá amerikonsku heilsmyndugleikunum.

Skjótasti vøksturin í smittutilburðum er í India. Nærum 80.000 hava fingið smittuna seinasta samdøgrið, og tilsamans eru nú 3,5 milliónir tilburðir staðfestir í India og 64.000 er deyð.

Heimsmátingar vísa, at nú eru meira enn 25 milliónir tilburðir í heiminum, og nærum 17,5 milliónir eru vorðin frísk aftur. 

Tilsamans 850.000 eru deyð av covid-19 í heiminum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109