- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hægri inntøkumark fyri at fáa ókeypis heimahjálp
Pensjónistar skulu gjalda øðrvísi fyri heimahjálp á nýggjárinum.
Tá er ætlanin, at kunngerðin verður broytt.
Inntøkugrundarlagið verður broytt.
Inntøka hjá hjúnafelaga verður ikki longur roknað við í inntøkugrundarlagið, tá gjaldið fyri heimahjálp verður ásett.
Harumframt verður árliga inntøkuloftið hækkað úr 12.000 kr. fyri støk og 22.500 kr. fyri hjún upp í 50.000 fyri øll.
Er árliga inntøkan lægri enn 50.000 kr., verður tí ikki goldið fyri heimahjálp.
Kunngerðin fer á nýggjárinum at siga, at er inntøkan millum 50.000 og 55.000 kr., skulu pensjónistar rinda 48 kr. um tíman fyri heimahjálp.
Fer inntøkan upp um 55.000 kr. um árið, koma tríggjar krónur afturat teimum 48 krónunum hvørja ferð inntøkan veksur 5.000 kr.
Og bara tann ein gjaldskipanin verður hjá pensjónistum, støkum ella giftum.