Nýggjur sáttmáli við Thetis og Smyril Line

Nýggjur sáttmáli við Thetis og Smyril Line
Farsóttarnevndin hevur álagt øllum, sum koma til landið, um at lata seg kanna fyri koronu, og løgtingið hevur játtað pening til endamálið
Øll ferðafólk, bæði loftvegis og sjóvegis, skulu kannast fyri koronu til 31. oktober
 
20.08.2020 - 14:36

Heilsumálaráðið hevur gjørt avtalu við smápartafelagið Thetis um at kanna fólk, sum koma til Føroya, fyri Covid-19, hetta til 31. oktober.

Thetis skal kanna øll, sum kom við flogfari, ferðamannaskipi ella stuttleikabáti.

Hetta verður gjørt eftir delegasjón frá Páli Weihe, yvirlækna á Deildini fyri arbeiðs- og almannaheilsu.

Heilsumálaráðið hevur eisini skrivað undir sáttmála við Smyril Line um at kanna øll ferðafólk við Norrønu fyri Covid-19 til 31. oktober.

Farsóttarnevndin hevur álagt øllum, sum koma til landið, um at lata seg kanna fyri koronu, og løgtingið hevur játtað pening til endamálið.

Farsóttarnevndin mælir eisini staðiliga til, at ferðafólk lata seg kanna sætta dagin eftir, at tey eru komin til landið. Henda kanning er ókeypis á kanningarstøðunum hjá sjúkrahúsverkinum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109