Nú skulu øll brúka masku á Landssjúkrahúsinum

bannari
Nú skulu øll brúka masku á Landssjúkrahúsinum
Bæði sjúklingar og vitjandi á Landssjúkrahúsinum skulu frá fríggjadegnum brúka masku
 
18.08.2020 - 05:03

Landssjúkrahúsið biður nú allar sjúklingar og vitjandi um fyribils at brúka munnbind, tá ið tey koma inn á sjúkrahúsið, skrivar Landssjúkrahúsið á heimasíðuni.

Hetta verður galdandi frá fríggjadegnum 21. august, og umfatar øll, sum hava ørindi á sjúkrahúsinum. Børn undir skúlaaldur eru tó undantikin.

Vitjandi skulu sjálv hava munnbind við. Avgerðin er tikin aftaná, at Farsóttarnevndin í farnu viku mælti til, at fólk brúka munnbind, tá ið tey ferðast í almenna rúminum, har fleiri savnast.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109