Heilsutrygdarveitingar kostaðu meira enn játtað

Heilsutrygdarveitingar kostaðu meira enn játtað
Upprunaliga játtanin í fíggjarlógini var 176 milliónir krónur. Veitingarnar kostaðu 191,6 milliónir krónur í 2019
 
18.08.2020 - 06:49

Hóast tíggju milliónir krónur vórðu latnar í eykajáttan, vórðu 5,6 milliónir krónur meira enn játtað varð latnar í heilsutrygdarveitingum í fjør.

Upprunaliga játtanin í fíggjarlógini var 176 milliónir krónur. Men tað var ov lítið. Í oktober komu tíggju milliónir aftrat í eykajáttan. Men heldur ikki tað var nóg mikið.

Tá árið var liðugt, vórðu brúktar 5,6 milliónir krónur meira enn játtað varð. Heilsutrygdarveitingar kostaðu 191,6 milliónir krónur í 2019. Upprunaliga játtanin var 176 milliónir.

Nakrar viðtalur komnar afturat

Landsgrannskoðanin hevur fingið at vita frá landsstýrismanninum í heilsumálum, at nakrar kommunulæknaviðtalur eru komnar afturat seinastu árini, ein í september í 2019.

Tað hevur eisini økt heilsutrygdarveitingarnar, at lættari er nú at sleppa til kommunulækna, tí fleiri eru.

Meirútreiðslurnar stava frá heilivági, hjálparráðum, tannviðgerð og fysiurgiska viðgerð, hevur Landsgrannskoðanin fingið at vita úr Heilsumálaráðnum.

Og eisini, at seinastu tríggir mánaðirnir í 2019 gjørdust dýrari enn væntað. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109