Miðlar: Slovakiskur spælari fingið koronu

Miðlar: Slovakiskur spælari fingið koronu
Formaðurin í KÍ hevur einki frætt frá mótstøðuliðnum, sum er á veg til Føroya
Slovan Bratislava skal eftir ætlan møta KÍ í Klaksvík mikukvøldið
 
17.08.2020 - 15:56

Ein leikari hjá slovakiska meistarafelagnum, Slovan Bratislava, hevur fingið koronu.

Tað skriva fleiri føroyskir miðlar, teirra millum Norðlýsið, in.fo og portal.fo, sum endurgeva slovakiskar miðlar fyri søguna. 

Eftir ætlan skulu Slovan Bratislava møta KÍ í fyrsta undanumfarinum til Champions League mikukvøldið. Dysturin verður spældur í Klaksvík.

Hevur einki frætt

Tummas Lervig, formaður í KÍ, upplýsir fyri Kringvarpinum, at hann hevur einki frætt frá mótstøðuliðnum ella myndugleikunum um, at ein leikari hjá slovakiska liðnum hevur fingið staðfest koronu.

Men hann vísir á, at spælararnir verða kannaðir fyri koronu, tá ið teir koma til landið, og Tummas Lerveg væntar ikki at frætta nakað, fyrr enn úrslitið av kanningunum er greitt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. mars
Morgunlestur mánadagur 10. mars 2025
188897
Sunnudag 9. mars
Bolero - Kvinnuligir tónasmiðir
188876
Sunnudag 9. mars
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
188875
Sunnudag 9. mars
Kallið: "Kvinnan skal tiga ! ?"
188796
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792
Fríggjadag 7. mars
Veðrið
188823