Korona: Tvey fólk løgd inn á Landssjúkrahúsið

bannari
Korona: Tvey fólk løgd inn á Landssjúkrahúsið
Støðan er stabil, og tey hava ikki tørv á intensivari viðgerð
Tvey fólk eru løgd inn á Landssjúkrahúsið við koronu
 
17.08.2020 - 09:43

Tvey fólk eru løgd inn á Landssjúkrahúsið við koronasmittuni. 

Tað upplýsir Tummas í Garði, varastjóri við læknafakligari bakgrund í Sjúkrahúsverkinum.

Bæði vórðu løgd inn um vikuskiftið. Støðan hjá báðum fólkunum er stabil, og tey hava ikki tørv á intensivari viðgerð. 

Rigga koronudeild til

Sjúkrahúsverkið er farið at rigga eina koronudeild til í tveimum lonum uttan fyri G-bygningin við Landssjúkrahúsið, men nýggja deildin verður ikki klár fyrr enn um einar 14 dagar, upplýsir varastjórin. 

Tí verður A3 í løtuni brúkt sum koronadeild, sigur Tummas í Garði. 

147 fólk eru í løtuni smittað við koronu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109