Eldraøkið: Nú sleppa avvarðandi aftur at vitja

Eldraøkið: Nú sleppa avvarðandi aftur at vitja
Eldraøkini heita samstundis á avvarðandi um at lata seg kanna við jøvnum millumbili
Nú sleppa avvarðandi aftur at vitja búfólk á ellis- og røktarheimum
 
17.08.2020 - 17:10

Nú sleppa avvarðandi aftur at vitja á ellis- og røktarheimum.

Leiðslurnar á eldraøkinum og Pál Weihe, yvirlækni, hava í dag havt fund um smittustøðuna. Hildið verður, at støðan er batnað so mikið, av avgjørt er at lata eldraøkið varisliga uppaftur, sigur Kommunufelagið.

Latið verður uppaftur mikudagin 19. august, og fyrstu vikuna verður loyvt tveimum avvarðandi hjá hvørjum búfólki at vitja. 

Heldur positiva gongdin fram, verður loyvt upp til seks fólkum at vitja hvørja búeind í næstu viku.

Eiga at lata seg kanna

Eldraøkini heita samstundis á avvarðandi um at lata seg kanna við jøvnum millumbili, eisini áðrenn tey vitja fyrstu ferð. Starvsfólkini á eldraøkinum verða kannað javnan, og gera avvarðandi tað eisini, minkar vandin fyri smittu á búeindunum munandi, sigur Kommunufelagið.

Aðrar tænastur á eldraøkinum fara eisini at virka aftur. Lokalu økini fara at kunna nærri um tað fyri hvørt økið sær, sigur Kommunufelagið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948