- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ein sjúklingur fær intensiva viðgerð
Ein sjúklingur fær intensiva viðgerð
Ein tilburður varð staðfestur aftrat í gjár, men 229 fólk eru frísk, og í løtuni eru 144 fólk smittað

Tvey fólk eru løgd inn á Landssjúkrahúsið við koronu. Annar sjúklingurin liggur á intensivari deild, sigur Heilsumálaráðið
17.08.2020 - 11:50
Annar sjúklingurin, sum er lagdur inn á Landssjúkrahúsið við koronusmittu, liggur nú á intensivari deild.
Bæði fólkini vórðu løgd inn um vikuskiftið.
Tað upplýsir Heilsumálaráðið í tíðindaskrivi fyri løtu síðani.
Ein tilburður aftrat varð staðfestur í gjár, vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum. Hann varð staðfestur í teimum 608 kanningunum, sum vórðu gjørdar í gjár.
Fýra fólk eru seinastu dagarnar staðfest frísk, og í løtuni eru 144 fólk smittað. Tilsamans eru 229 fólk vorðin frísk aftur.
Higartil eru tilsamans 72.346 kanningar gjørdar, upplýsir Heilsumálaráðið.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV