12 tilburðir staðfestir mikudagin

bannari
12 tilburðir staðfestir mikudagin
Ov nógvir smittutilburðir eru, skulu Føroyar sleppa av aftur listanum yvir reyð lond, sigur landslæknin
Greiningararbeiðið gongur skjótari nú, sigur Lars Fodgaard Møller, landslækni
 
14.08.2020 - 13:47

Mikudagin vórðu 12 tilburðir av koronu staðfestir í Føroyum, og sostatt vórðu eingir tilburðir í teimum seinastu 700 kanningunum, sum nú eru greinaðar.

Liðugt er ikki at greina kanningarnar fyri í gjár, og tí eru eingi tøl almenn fyri í gjár, sigur Lars Fodgaard Møller, landslækni. Hann sigur at greiningararbeiðið gongur skjótari nú, og tí sigur hann seg vóna, at úrslitið verður greitt í kvøld.

Ov nógvir tilburðir

12 tilburðir um dagin er alt ov nógv, um Føroyar skulu sleppa av aftur listanum yvir reyð lond. Fyri at røkka tí málinum, skulu tilburðirnir ikki vera fleiri enn 10 um vikuna, sigur landslæknin, so har er langt á mál.

Hann sigur, at einasta verja fyri koronusmittuni er, at fólk taka støðuna í álvara, og gera eftir tilmælunum.

Tað hevur stóran týdning, at fólk ikki standa ov tætt saman, og so hevur reinføri eisini avgerandi týdning, sigur Lars Fodgaard Møller, landslækni.

Í løtuni eru 137 fólk smittað við korona, og umleið 66.000 kanningar eru gjørdar.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. januar
Vikuskiftið 17 januar 2025
186483
Fríggjadag 17. januar
Brot úr Føroya søgu
186438
Fríggjadag 17. januar
Góðan morgun Føroyar
186437
Fríggjadag 17. januar
Morgunlestur fríggjadagur 17. januar 2025
186263
Hósdag 16. januar
RagnarRokk 16.januar 2025
185760
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 17. januar
Veðrið
186484
Fríggjadag 17. januar
Havnarmyndir 2:2
186465
Fríggjadag 17. januar
Havnarmyndir 1:2
186464
Fríggjadag 17. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186446
Hósdag 16. januar
Taradrotningin
186418