- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kanningar uttan ávísing eiga at halda fram
Tað sigur landsstýrismaðurin í heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen, sum hevur fingið tilmælið frá farsóttarnevndini.
Í tíðindunum á middegi greiddi Michael Boolsen, formaður í farsóttarnevndini, frá, at nýggju tilmælini hjá farsóttarnevndini eru, at fólk skulu nýta munnbind í almenna rúminum har nógv fólk eru savnað og at sóttarhaldið framvegis skal vera 14 dagar.
Haraftrat umrøddi farsóttarnevndin atgongdina til koronukanningar og hvørt hon eigur at verða avmarkað, nú fleiri enn 1.000 kanningar verða gjørdar hvønn dag, hóast fáir tilburðir verða staðfestir dagliga.
Viðgerast á landsstýrisfundi
Tilmælið hjá farsóttarnevndini er, sambært Kaj Leo Holm Joahnnesen, at hildið verður fram við at lata øll sleppa framat árið út.
Tað er tó ikki avgjørt enn, men skal viðgerast á landsstýrisfundi, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum.
Týsdagin vóru yvir 3.000 fólk og kannaðu seg fyri koronu. Endaliga talið av royndum frá í gjár er ikki greitt enn, men talið er oman fyri 1.600.