Støkk inn-kanningar í Klaksvík

bannari
Støkk inn-kanningar í Klaksvík
Klaksvíkar sjúkrahús fer í dag undir at bjóða fólki støkk inn-kanningar fyri koronu
 
10.08.2020 - 09:04

Tað merkir, at tað ikki er neyðugt at hava ávísing frá kommunulækna,áðrenn kanningin verður gjørd. Nýggja kanningarstaðið letur upp á Víkavegnum fyrrapartin kl. 10.00.

Møguleiki er at lata seg kanna hvønn dag frá kl.10.00 til kl. 13.00. Talan er um tvey kanningarstøð, har bíðirøðin til kanningarnar verður eftir Klaksvíksskákinum, omanfyri sjúkrahúsið.

Tað vil siga, at fólk kunnu møta upp í bili, har tey verða skrásett og kannað á staðnum. Klaksvíkar kommuna ger vart við, at Víkavegur verður stongdur fyri gjøgnumkoyrandi ferðslu, meðan kanningar verða gjørdar.

Tí verður heitt á bilførarar um at vísa størsta varsemi og fylgja skeltingini á staðnum, skrivar kommunan í tíðindaskrivi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109