Gera skjótt koronukanningar í Runavík

Gera skjótt koronukanningar í Runavík
Sjúkrahúsverkið arbeiðir við einari loysn, so fólk í økinum kunnu kannast í Runavík
 
10.08.2020 - 07:24

Í hesari vikuni fáa allir eysturoyingar møguleikan at kanna seg ókeypis í Skótahúsinum í Runavík. Tað skrivar Sjúkrahúsverkið í einari fráboðan.

Talan verður um sonevndar støkk inn-kanningar, sum merkir, at neyðugt er ikki við ávísing frá lækna áðrenn, sigur Sjúkrahúsverk Føroya.

Fyrireikingarnar eru í gongd, og útgerð verður fingin til vega. Miðað verður eftir, at kanningarstøðin kann lata upp mikudagin ella hósdagin.

Koronukanningarnar eru skipaðar í einum samstarvi millum Klaksvíkar sjúkrahús og Runavíkar kommunu, stendur í fráboðanini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109