- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fekk skeivt svar uppá koronukanning
Regin Dalsgaard, nevndarformaður hjá Thetis, váttar, at ein feilur er hendur, men sigur, at tað kann bara koma fyri, um talan er um eina negativa roynd.
Tað er landslæknin sum boðar fólki frá, um tey hava eina positiva roynd. Hetta er einasta ferð, ein feilur er hendur, sigur nevndarformaðurin í kanningarfyritøkuni, Thetis.
Einki við sjálvar royndirnar at gera
Thetis hevur sent svar til fleiri 1.000 fólk seinastu dagarnar, og hesin feilurin hendi, meðan KT-skipanin varð dagførd.
– Tíverri var ein bóking gjørd júst tá, og tað hevur viðført, at ein persónur hevur fingið skeivt kanningarúrslit, sigur Regin Dalsgaard.
Regin Dalsgaard leggur dent á, at feilurin hevur ikki nakað við sjálvar royndirnar at gera.