- Tíðindi, mentan og ítróttur
Myndugleikarnir: Støðan er sera álvarsom
Fólk smitta onnur longu dagin eftir, at tey sjálvi eru smittað, og tað er ikki sæð í Føroyum fyrr. Hetta ger eisini, at avbyrgingin er sera torfør.
Tað sigur Heilsumálaráðið, nú tað er staðfest, at fleiri enn 40 føroyingar hava COVID-19. Tá smittan aftur varð staðfest 4. august, varð hildið, at talan var um tríggjar ymiskar smittuketur.
Sama smittuketa
Men eftir drúgva smittusporing er sannlíkt, at talan í roynd og veru er um eina og somu smittuketu, sum er staðfest í Havn á ólavsøku og vikuskiftið eftir ólavsøku, sigur Heilsumálaráðið.
Nøkur av teimum smittaðu búgva aðrastaðni enn í høvuðsstaðnum, men tey flestu eru kortini smittað í Havn.
Tað er eisini staðfest, at smittan hevur breitt seg millum hesi fólk, tá tey hava verið til privat tiltøk á ólavsøku og vikuskiftið eftir ólavsøku.
Serstakt slag, ið smittar illa
Enn er ógreitt, hvussu smittan er komin til landið, men talan er um eitt serstakt slag av COVID-19, sum smittar illa, sigur Heilsumálaráðið.
4. august vóru tríggir tilburðir, fyrradagin vóru 15, og í gjár væntaði landslæknin, at talið á smittaðum verður um 40.
Lars Fodgaard Møller, landslækni, segði í Degi og Viku í gjárkvøldið, at heldur henda gongdin fram, kann verða neyðugt at lata ein part av samfelagnum aftur.