Bíðirøð til kanningar: Bilhalin er 2,2 kilometrar

bannari
Bíðirøð til kanningar: Bilhalin er 2,2 kilometrar
Nógv fólk standa í bíðirøð til koronukanningar á Landssjúkrahúsinum í morgun
Nógv fólk sita í bilum og bíða eftir at sleppa til koronukanningar á Landssjúkrahúsinum í morgun
Mynd: KvF  
 
07.08.2020 - 10:36

Skalt tú til koronukanning á Landssjúkrahúsinum í bili í morgun, mást tú brynja teg við toli - sera nógvum toli, sum myndin í greinini eisini vísir.

Bilhalin til kanningar á Landssjúkrahúsinum strekkir seg í løtuni heilt til Skúlaheimið í Marknagili (tætt við Glasir) - tilsamans 2.200 metrar.

Eisini í gjár var langur bilhali til koronukanningar. Ikki bara til kanningar á Landssjúkrahúsinum, men eisini á Klaksvíkar Sjúkrahúsi og Suðuroyar Sjúkrahúsi.

Nýggjastu tølini hjá heilsumyndugleikunum vísa, at tilsamans 41.459 koronukanningar eru gjørdar í Føroyum, sambært heimasíðuni, corona.fo

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109