- Tíðindi, mentan og ítróttur
Óvist hvussu nógvir: Fleiri nýggir tilburðir
– Fleiri nýggir tilburðir av koronusmittu eru staðfestir í dag, enn tað vórðu í gjár. Tað sigur Lars Fodgaard Møller, landslækni, við útvarpið.
Hann vil ikki siga, hvussu nógvar nýggjar tilburðir, talan er um, men tað eru fleiri tilburðir enn í gjár, tá 14 nýggir tilburðir vórðu staðfestir, sigur landslæknin.
Umleið 1.500-1.600 kanningar kanningar vórðu gjørdar í gjár. Landssjúkrahúsið gjørdi 868 royndir, og privatu fyritøkurnar gjørdu umleið 700, sambært landslæknanum.
Aftur í dag eru langar bíðirøðir við Landssjúkrahúsið og iNOVA, har fyritøkan Thetis heldur til. Klokkan 10 vóru framvegis 278 royndir, sum ikki vóru lidnar, og tí er endaliga talið ikki greitt enn.