- Tíðindi, mentan og ítróttur
Minst 25 nýggir tilburðir
Minst 25 nýggir tilburðir
Líkt er til, at tað ongantíð fyrr hava verið staðfestir so nógvir koronutilburðir, sum tað verða í dag
06.08.2020 - 12:19
– 25 tilburðir av koronu eru higartil staðfestir í dag, men tað talið kann koma uppá 30, sigur Lars Fodgaard Møller, landslækni, við útvarpið.
Sostatt eru ábendingar um, at tað ongantíð fyrr eru staðfestir so nógvir koronutilburðir í Føroyum í eitt samdøgur, sum tað verða í dag.
Tað tykist greitt, hóast allar kanningarnar, sum vórðu tiknar av fólki í gjár, ikki eru liðugt kannaðar. Tilsamans 1.500-1.600 fólk vórðu kannað í gjár.
Tá talið var størst, fingu 28 fólk í Føroyum staðfest COVID-19. Tað var tann 15. mars. Higartil hava 241 fólk í Føroyum fingið staðfest smittuna, vísa tøl á corona.fo
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV