- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nógv lata seg kanna í Klaksvík og á Tvøroyri
Alexandra á Dul, stjóri á Klaksvíkar Sjúkrahúsi sigur í morgun, at tey hava áleið 130 fólk, sum hava fingið tilvísing frá kommunulækna, til at lata seg kanna á Klaksvíkar Sjúkrahúsi í dag, og hon væntar, at tá dagurin er liðugur, verða tað helst fleiri, sum eru kannað.
- Vit kanna fólk so leingi sum bíðirøð er, ella fólk við tilvísing framvegis eru í skipanini, sigur Alexandra á Dul í dag.
Eisini á Suðuroyar Sjúkrahúsi er trýst á í dag. Hans Pauli Henryson sigur, at tað er ein stórur vøkstur í dag, og nú kanna tey áleið líka nógv fólk, sum tey gjørdu fyrr í ár, tá ið korona var í hæddini.
- Vit hava broytt mannagongdir frá í dag av, so at nú kanna vit fólk hvønn dag á Suðuroyar Sjúkrahúsi, og ikki bert nakrar dagar um vikuna, sigur Hans Pauli Henryson.
Hoyr meira í útvarpstíðindunum klokkan 12.20