Seks koronutilburðir afturat í Norðhavnini

Seks koronutilburðir afturat í Norðhavnini
Seks koronatilburðir eru staðfestir á farmaskipinum Cassiopeia, sum seinastu dagarnar hevur ligið við síðuna av trolaranum Karelia í Norðhavnini
Úr Norðhavnini.
 
28.07.2020 - 12:38

Seks koronatilburðir eru staðfestir umborð á farmaskipinum Cassiopeia, sum seinastu dagarnar hevur ligið við síðuna av russiska trolaranum Karelia við bryggju í Ánunum í Klaksvík. 

Øll manningin, 23 mans, varð kannað. Og seks vóru smittaðir, upplýsir landslæknin.

Eftir ætlan fer Cassiopeia til Afrika í dag, hóast landslæknin hevur mælt skiparanum frá at gera tað.

Landslæknin heitti í gjár á øll, sum hava havt samband við útlendsku manningarnar á teimum trimum skipunum, sum seinastu tíðina hava ligið við bryggju í Ánunum í Klaksvík, um at vísa serligt varsemi. 

Øll skulu kannast, sjúk ella ikki

Hann mælir í dag øllum teimum, sum hava havt samband við manningina um at lata seg kanna, sama um tey hava sjúkueyðkenni ella ikki. 

Eisini skulu tey leggja stóran dent á halda frástøðu og hava gott reinføri.

Cassiopeia er skrásett í Litava.

Nú eru 220, sum eru kannað í Føroyum, smittað. 188 eru vorðin frísk aftur.

Átta fólk eru í sóttarhaldi, tvey eru innløgd. 36.125 kanningar eru gjørdar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Upp á tá - 170125
186510
Leygardag 18. januar
Morgunlestur leygardagur 18. januar 2025
186264
Nýggjastu sendingar í SV