- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nú skal sundurskiljingarætlanin viðgerast
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/20191031_solskinssoga_i_sumba_0195.jpg?itok=G47HIemb)
Kommunufelagið hevur sent fundarboðini, og tey eru eisini farin til SEV. Týsdagin í farnu viku vóru umboð fyri kommunurnar og SEV á fundi við Umhvørvis- og Vinnumálaráðið og Umhvørvisstovuna.
Fundurin kom í lag eftir áheitan frá Kommunufelagnum, sum hevði frætt, at arbeiðið við at skilja SEV sundur var farið í gongd longu í februar, uttan nakra kommunala luttøku yvirhøvur, sigur Kommunufelagið.
Felagið kann als ikki góðtaka, at hetta arbeiðið verður gjørt uttan um kommunurnar, tí kommunurnar eiga SEV. Kommunufelagið og SEV hava fingið at vita, at eitt sjálvstøðugt interkommunalt lutafelag skal eiga netið.
Landsstýrið skal góðtaka viðtøkurnar
Landsstýrið skal góðtaka viðtøkurnar hjá lutafelagnum. SEV hevur, sum er, loyvi til at reka netið. Feløg, sum gera ella selja streym, millum annað SEV, kunnu ikki eiga netfelagið.
Netfelagið kann ikki eiga feløg, sum gera ella selja streym. Netfelagið skal stovnast í seinasta lagi 31. desember 2021, ætlar landsstýrið. SEV heldur ikki, at ein sundurskiljing setir meira ferð á grønu kósina.
Tvørturímóti kann ein sundurskiljing, sum ikki er nóg væl fyrireikað, hava við sær eina dýrari og meira óstøðuga el-skipan í Føroyum. Lánini, sum SEV hevur, hava eisini ta treyt, at bygnaðurin hjá SEV ikki verður broyttur.