- Tíðindi, mentan og ítróttur
Talið minkar støðugt
Talið minkar støðugt
Nú eru 758 fólk í lønarískoytisskipanini. 4. apríl vóru tey meira enn 4.300
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/20170223_bileggingarnar_stroyma_inn._0055.jpg?itok=KobKmodm)
Nógv fólk, sum starvast í matstovuvinnuni, hava verið í serligu lønarískoytisskipanini hjá ALS síðstu mánaðirnar
19.07.2020 - 09:46
Alsamt færri fólk eru í serligu lønarískoytisskipanini hjá Arbeiðsloysisskipanini. Nú eru 758 fólk í skipanini. Fyri einum mánaði síðan vóru tey 1.590.
Tá flest fólk vóru í skipanini, tann 4. apríl, vóru tey tilsamans 4.320. Nærum helmingurin av teimum, sum eru í lønarískoytisskipanini, eru úr Suðurstreymoy.
Lønarískoytisskipanin kom í gildi 12. mars og hon er galdandi til 31. august.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV