- Tíðindi, mentan og ítróttur
56 umsóknir um stuðul
56 umsóknir um stuðul
52 umsøkjarar hava fingið at vita, at tey fáa kommunalan stuðul til at halda ólavsøku
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/olavsoka_2019_0.jpg?itok=Vd4cXPLX)
15.07.2020 - 13:27
Tórshavnar kommuna fekk 56 umsóknir um stuðul til at halda ólavsøku í býlingum og grannaløgum í kommununi.
Átta umsóknir vórðu lagdar sama til fýra, tí grannaløgini vóru grannar. 52 umsøkjarar hava nú fingið at vita, at tey fáa kommunalan stuðul til at halda ólavsøku.
Stuðulin, sum er 10.000 krónur, kann brúkast til at leiga tjald, grill, ljósperur, hátalarar og beinkir. Og hann kann eisini brúkast til keypa undirhald, livandi tónleik og sjónleik.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV