Tvey skip til Føroya

Tvey skip til Føroya
Frakt og sandsølan í Runavík hevur fingið farmaskipini Hav Atlantic og Hav Saga til Føroya
Skipini eru keypt frá Navigare Norge í Flekkefjord. Á myndini Hav Atlantic
Mynd: Savnsmynd (marinetraffic.com)  
 
08.07.2020 - 16:19

Hav Atlantic er keypt fyri 24 milliónir norskar krónur, sum eru góðar 16,7 føroyskar, og Hav Saga er keypt fyri 18 milliónir norskar krónur, sum eru 12,55 milliónir krónur føroyskar. 

Hav Atlantic er bygt í 1996 og 85 metrar langt. Hav Saga er bygt í 1990 og 70 metrar langt. Hav Saga er á veg úr Noregi til Fuglafjarðar.

Hav Atlantic er eisini, sambært heimasíðuni marinetraffic.com, á veg úr Noregi. Hav Atlantic hevur kós móti Norðskála. Skipini eru skrásett í føroysku altjóða skipaskrásetingini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 16. februar
VÍF - Kyndil, menn
187840
Sunnudag 16. februar
Guðstænasta úr Havnar kirkju
187829
Leygardag 15. februar
2. hálvfinala hjá monnum: H71 - KÍF
187825
Leygardag 15. februar
H71 - Neistin, kvinnur
187824
Fríggjadag 14. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187762