Lavrov: Samrøðurnar vóru góðar

Lavrov: Samrøðurnar vóru góðar
Russiski uttanríkisráðharrin heldur, at USA skilir betur støðuna hjá Russlandi nú
Russiski uttanríkisráðharrin, Sergej Lavrov.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
18.02.2025 - 14:54

Samrøðurnar vóru góðar, og partarnir skiltu hvør annan.

Tað sigur russiski uttanríkisráðharrin, Sergej Lavrov, eftir fundin við amerikanska starvsbróður sín, Marco Rubio, í Saudiarabia í dag.

Lavrov heldur eisini, at USA skilir betur støðuna hjá Russlandi. Tað sigur hann sambært Reuters.

- Eg haldi, at amerikanarar skilja okkum betur nú. Vit hava út í æsir greitt teimum frá og givið teimum ítøkilig dømi um tað, sum Putin, forseti, fleiri ferðir hevur sagt, sigur Sergej Lavrov.

Sergej Lavrov vil ikki, at Evropa skal senda herdeildir til Ukraina.

 

LAVROV_NYTT

 

Zelenskyj í Turkalandi

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, heldur í løtuni tíðindafund í Turkalandi saman við turkiska forsetanum, Recep Tayyip Erdoğan.

Á tíðindafundinum mótmælir Zelenskyj enn einaferð, at samráðingar verða hildnar um Ukraina, uttan at Ukraina er við á fundinum.

 

UKRAINA

 

Recep Tayyip Erdoğan bjóðar Turkaland fram sum møguligt stað at halda ítøkiligar friðarsamráðingar.

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. apríl
Veðrið
190120
Týsdag 1. apríl
Heðin Brú 2:2 - teknmálstulkað
190126
Týsdag 1. apríl
DOK01430 - teknmálstulkað
190125
Sunnudag 30. mars
Andakt
190022
Sunnudag 30. mars
Møti úr Nebo á Toftum
190017