Bakkafrost: Kópur er til ampa fyri bæði alivinnu og fiskivinnu

Bakkafrost: Kópur er til ampa fyri bæði alivinnu og fiskivinnu
Alifyritøkur hava ikki loyvi at skjóta kóp, tí amerikanarar seta londum, sum útflyta fiskavørur til USA, strangari krøv
Kópastovnurin er nógv vaksin seinastu árini, og hann er til ampa fyri bæði alivinnuna og fiskivinnuna. (Savnsmynd)
 
13.02.2025 - 13:52

Alifyritøkurnar sleppa ikki at skjóta kóp, men landsstýrið átti at heimilað øðrum at gjørt tað, tí tað hevði gagnað ikki bara alivinnuni, men eisini fiskivinnuni.

Tað sigur Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrosti.

Løgtingið samtykti í 2020 grein 18b í alilógini, sum sigur, at "tað er bannað einum og hvørjum tilætlað at avlíva havsúgdjór í sambandi við alivirksemi."

 

Regin Jacobsen.

 

USA herðir krøvini

Orsøkin til broytingina var, at amerikanskir myndugleikar fóru at seta strangari krøv til londini, sum útflyta fiskavørur til USA. Og tað hevði sær, at til dømis laksaaling skuldi ikki raka havsúgdjór sum kóp.

Karlot Hergeirsson, løgtingsmaður, hevur sett Høgna Hoydal, landsstýrismanni, ein grein 52a fyrispurning um felli í alivinnuni orsakað av kópi.

Regin Jacobsen heldur, at tað hevði gagnað bæði alivinnuni og fiskivinnuni, um tað almenna tók stig til at halda kópastovninum niðri.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

13022025_Regin_og_kopur

*

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. mars
Morgunlestur týsdagur 18.mars 202
189184
Mánadag 17. mars
Stuttligar søgur úr gomlu Havnini
189339
Mánadag 17. mars
NSÍ er tjekkað inn
189329
Mánadag 17. mars
Morgunlestur mánadagur 17.mars 2025
189183
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. mars
Veðrið
189386
Sunnudag 16. mars
Andakt - Pól í Skorini
189301
Sunnudag 16. mars
Hondbóltur: Niðurlond - Føroyar
189292
Leygardag 15. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189238