Vilhelm ikki í landsliðshópinum

Vilhelm ikki í landsliðshópinum
Vilhelm Poulsen hevur ein skaða at dragast við, og er ikki við í landsliðshópinum til landsdystirnar ímóti Hollandi í mars. Tveir spælarar skulu kortini takast út seinni
Vilhelm Poulsen hevur skaða at dragast við og er ivasamur til dystirnar ímóti Hollandi í mars
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
18.02.2025 - 14:04

Vilhelm Poulsen er ikki við í hópinum, sum Peter Bredsdorff-Larsen hevur tikið út til EM-undankappingardystirnar ímóti Hollandi í mars.

Bert 14 spælarar eru tiknir út fyribils, og tí er pláss fyri tveimum spælarum afturat.

Sambært portal.fo hevur Hannover-Burgdorff-spælarin ein fipurskaða í lærkrikanum, og tí er ikki vist, at hann verður klárur at spæla longu 12. mars. Situr Vilhelm Poulsen uttanfyri, er talan um bakkast fyri Føroyar, tí hann er ein av lyklaspælarunum í verjupartinum.

Peter Krogh og Kjartan Johansen eru heldur ikki í hópinum, sum bert telur fimm bakspælarar sum er. Hinvegin er Leivur Mortensen, sum var skaddur seinast, við aftur hesa ferð.

EM-undankappingardystirnir ímóti Hollandi verða spældir á heimavølli við Tjarnir 12. mars og á útivølli í Almere í Hollandi 16. mars.

 

Føroyaski landsliðshópurin

Málverjar
Pauli Jacobsen, HØJ Elite
Aleksandar Lacok, Lugi Handboll

Bakkar
Tróndur Mikkelsen, Kristiansand Topphåndbold 
Rói Ellefsen á Skipagøtu, IF Hallby HK 
Óli Mittún, IK Sävehof 
Elias Ellefsen á Skipagøtu, THW Kiel
Bjarni í Selvindi, Valur 

Vengur
Rói Berg Hansen, Køge Håndbold
Leivur Mortensen, FIF Håndbold
Hákun West av Teigum, Füchse Berlin
Allan Norðberg, Valur

Strikur
Teis Horn Rasmussen, Aarhus HC
Pætur Mikkjalsson, Team Sydhavsøerne
Ísak Vedelsbøl, IK Sävehof

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (2:5)
191228
Mikudag 30. apríl
LEITISSTEIN 29.04.2025
191213
Mikudag 30. apríl
KÍ og NSÍ eru í klassa fyri seg
191209
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114