Trump vil hava ráevni í Ukraina aftur fyri amerikanskan stuðul

Trump vil hava ráevni í Ukraina aftur fyri amerikanskan stuðul
Bretski miðilin The Telegraph skrivar, at USA fer eisini at krevja, at Ukraina rindar aftur 500 milliardir dollarar, sum svarar til góðar 3.560 mia. í okkara pengum
Donald Trump, forseti.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
18.02.2025 - 14:02

Seinastu tíðina hevur ukrainska undirgrundin verið í brennideplinum.

Óváttað tíðindi vija vera við, at stjórnin hjá Donald Trump, forseta, fer at krevja eitt slag av afturrindan fyri stóra amerikanska stuðulin, sum er latin í sambandi við kríggið.

Afturfyri skal Ukraina lata USA rættin til ein stóran part av sjáldsomu ráevnunum í ukrainsku undirgrundini.

Men amerikanarar gevast ikki har.

Bretski miðilin The Telegraph skrivar, at USA krevur eisini, at Ukraina rindar aftur 500 milliardir dollarar, sum svarar til góðar 3.560 mia. í okkara pengum.

Tað vísir innlit í uppskotinum um avtalu, sum kom á borðið í síðstu viku.

Uppskotið hevur loypt hvøkk á politikararnar í Kyiv, skrivar svenski miðilin, Dagens Nyheter.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859