- Tíðindi, mentan og ítróttur
Broytt reglurnar fyri ólavsøkustuðli

Kommunala Eftirlitið hevur heitt á Tórshavnar Kommunu um at broyta reglugerðina fyri ólavsøkustuðli fyri at tryggja sær, at pengarnir ikki fara sum stuðul til einstaklingar.
Tórshavnar Býrað samtykti herfyri, at tað í ár skal latast ein serligur ólavsøkustuðul til eigarafeløg og grannaløg upp á tíggju túsund krónur. Í farnu viku sendi kommunan út eitt kunningarskriv við eini reglugerð, har tað varð boðað frá, at eigarafeløg og grannaløg kundu nýta peningin til eitt nú at keypa benkur, grillir, perur og undirhald fyri. Hvør skuldi eiga lutirnar, tá ólavsøkan var liðug, var ógreitt.
Men nú er greitt, at grannaløg kortini ikki sleppa at keypa grillir, benkur, ljósperur, hátalarar og annað fyri tær tíggju túsund krónurnar, sum tey hava møguleika fyri at fáa í ólavsøkustuðli. Kommunan hevur nevniliga eftir boðum frá Kommunala Eftirlitinum broytt reglugerðina soleiðis, at peningurin einans kann nýtast til at leiga ymiska útgerð og undirhald fyri.
Á heimasíðuni hjá Tórshavnar Kommunu sæst, at fleiri grannaløg longu hava søkt um ólavsøkustuðul, og í fleiri førum er talan um rættiliga smá grannaløg.
