Kórsangur gevur vinir og vælveru

Kórsangur gevur vinir og vælveru
Felagsskapin og góða lagið kunnu Vivian Larsen og Napolion Magnussen ikki vera uttan, og tí hava tey í 10 ár sungið við Morgunkórinum
 
28.02.2025 - 10:55

Kaotiskt.

Soleiðis lýsa tey bæði Vivian Larsen og Napolion Magnussen fyrstu ferðina, tey vóru til kórvenjing við Morgunkórinum. Hetta var afturi í 2015.

- Har var nógv fólk, eini 80 haldi eg, og eingin visti hvørja rødd, mann skuldi syngja, ella hvar mann skuldi standa, so tað var nokkso kaotiskt, heldur Napolion Magnussen skemtiliga fyri.

Tað byrjaði sum ein verkætlan í morgunsendingini í 2015. Tað snúði seg um at gera eitt kór við púra óroyndum sangarum og geva teimum møguleika at venja við kórleiðara í 12 vikur. Finalan skuldi vera konsert i Kringvarpinum. Kórleiðari bleiv Sigrið Sivertsen.

Tá teir tríggir mánaðirnir vóru gingnir, dámdi kórlimunum so mikið væl, at tey ynsktu at halda fram. Og tað vildi Sigrið Sivertsen eisini, og hon hevur øll 10 árini verið kórleiðari.

- Orsøkin til at eg meldaði meg til kórið var, at eg var flutt til Føroya, eftir at hava búð niðri, og tí vildi eg fegin læra nýggj fólk at kenna. Og eg havi veruliga fingið vinir við at vera í Morgunkórinum, sigur Vivian Larsen.

Kórið telur í dag umleið 60 limir, og tey hittast framvegis einaferð um vikuna at syngja.

Í morgunsendingini fortelja teir báðir kórlimirnir um eitt nú fyrstu tíðina í kórinum, og hví teimum dámar so væl at syngja saman við øðrum.

1728760

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 28. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188428
Fríggjadag 28. februar
Heim, kæra heim (3:3) - teknmálstulkað
188417
Hósdag 27. februar
Hvíta gullið
188389
Hósdag 27. februar
Heim, kæra heim (2:3) - teknmálstulkað
188381
Hósdag 27. februar
Heim, kæra heim (1:3) - teknmálstulkað
188375

Meira um sama evni