Jóannes eigur ársins útvarpshitt

Jóannes eigur ársins útvarpshitt
Morgunsendingin kunngjørdi ársins útvarpshitt í morgun. Vinnarin gjørdist Jóannes Joensen við sanginum 'Tú skal syngja tær ein sang'.
 
28.02.2025 - 10:57

Mong kenna hann sum Bass Elvis. Hann gjørdist landskendur í sjónvarpssendingini, Bass Elvis og Jesus á Mallorka. Nú eigur hann eisini ársins útvarpshitt 2024 við sanginum Tú skal syngja tær ein sang.

Jóannes var ógvuliga fegin og eyðmjúkur um heiðurin. Hann takkaði øllum, sum hava givið honum sína atkvøðu og øllum, sum hava hjálpt honum við sanginum. At enda av síni takkarrøðu vildi hann minna foreldur á, at stuðla sínum børnum í teirra valum. Eisini skulu øll minnast til at syngja sær ein sang.

10.420 atkvøður komu inn í samband við ársins útvarpshitt.

Anna Louisa Mýri gjørdist nummar trý við sanginum Av øllum sum Guð hevur gjørt. Hon fekk 1.108 atkvøður.

Nummar tvey gjørdist Lena Anderssen við sanginum Dugir tú at tosa føroyskt. Hon fekk 1.910 atkvøður.

Jóannes Joensen vann við 2.864 atkvøðum ella 27% av øllum atkvøðum.

Soleiðis ljóðaði tað, tá ársins útvarpshitt varð avdúkað:

1729026

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 28. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188428
Fríggjadag 28. februar
Heim, kæra heim (3:3) - teknmálstulkað
188417
Hósdag 27. februar
Hvíta gullið
188389
Hósdag 27. februar
Heim, kæra heim (2:3) - teknmálstulkað
188381
Hósdag 27. februar
Heim, kæra heim (1:3) - teknmálstulkað
188375

Meira um sama evni