Kanning: Ferðafólk skulu sjálvi gjalda

bannari
Kanning: Ferðafólk skulu sjálvi gjalda
Ein meiriluti av føroyingum heldur, at ferðafólk sjálvi eiga at gjalda fyri koronukanningarnar, tá tey koma til landið
Ferðafólk, ið koma til Føroya, skulu sjálvi gjalda, heldur meirilutin av fólki, ið hava svarað spurnakanning
 
03.07.2020 - 13:03

Tað vísir ein spurnakanning, sum spyr.fo hevur gjørt fyri Kringvarpið.

56 prosent av teimum spurdu halda, at ferðafólkini sjálvi skulu gjalda fyri koronukanningana, tá tey koma til Føroya við antin flogfari ella ferðamannaskipi.

33 prosent av teimum spurdu í kanningini halda, at landskassin skal gjalda fyri kanningina, meðan 11 prosent siga seg ikki vita, hvør skal gjalda.

90 prosent: Øll skulu kannast

Í øllum aldursbólkum, uttan einum, er greiður meiriluti fyri, at ferðafólk sjálv skulu gjalda. Men millum tey 60 til 80 ára gomlu eru tað eins nógv, ið halda, at landskassin eigur at gjalda fyri kanningina. 

Serliga nógv ung millum 18 og 29 ár halda, at ferðafólk sjálvi eiga at gjalda fyri koronukanningina. 63 prosent av øllum teimum 18-29 ára gomlu halda, at ferðafólk sjálvi eiga at gjalda. 

90 prosent av øllum teimum spurdu halda tó, at tað er rætt at kanna øll ferðafólk, sum koma til landið. 500 fólk vórðu spurd í kanningini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109