- Tíðindi, mentan og ítróttur
Seinastu umbyggingarnar gerast
Seinastu umbyggingarnar gerast
Nú verður farið undir seinastu umbyggingina á ellis- og røktarheiminum á Sýnini í Vágum

02.07.2020 - 10:19
Í gjár undirskrivaðu Dánjal Thomsen, formaður í bygginevndina á Sýnini, og Christian Mølgaard hjá CJ Bygg sáttmála um høvuðsarbeiðstøkuna.
Arbeiðið umfatar móttøkuna, kjallaran og part av køkinum. Eisini eru sáttmálar undirskrivaðir við Thorfinn Nielsen um el-arbeiði, Klima um ventilatión og Renovent um HVS.
Alt arbeiðið fer at kosta góðar seks milliónir krónur. Tað skal verða liðugt seinast í november í ár.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV