- Tíðindi, mentan og ítróttur
Leigarar skjótt inn
Leigarar skjótt inn
Klaksvíkar kommuna lýsir nú eftir leigarum til niðastu hædd í bygninginum við Biskupstorg

02.07.2020 - 10:04
Har er pláss fyri fýra, fimm ella seks handlum og matstovum. 630 fermetrar eru umframt goymslur, sum eru 100 fermetrar. Hølini verða leigað teimum, sum hava eina felags ætlan, eitt konsept, um hølini.
Leigusáttmáli verður tó gjørdur við hvønn einstakan leigara, men sølustøðini skulu undir einum hanga saman sum konsept.
Ein treyt er, at í mesta lagi tvey matstøð kunnu vera í leigumálinum. Og eingin handil kann leiga meira enn 180 fermetrar.
Einki matstað kann brúka meira enn 100 fermetrar. Freistin at søkja um leigumál á Biskupstorgi er til 20. juli á middegi.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV