- Tíðindi, mentan og ítróttur
Viðtøkurnar fyri grunnin broyttar
Viðtøkurnar fyri grunnin broyttar
Nú løgtingið hevur álagt Framtaksgrunninum at hjálpa ferðavinnuni, eru viðtøkurnar hjá grunninum broyttar

01.07.2020 - 11:37
Framtaksgrunnurin hevur bundið seg til at hava minst 30 milliónir krónur tøkar til íløgur í 2020 og 2021.
Grunnurin skyldaði landskassanum 30 milliónir krónur, men landið hevur strikað lánið, so Framtaksgrunnurin kann læna koronaraktum fyritøkum í ferðavinnuni pengarnar.
Framtaksgrunnurin treytar sær, at peningastovnar og/ella aðrir íleggjarar seta pengar í.
Sambært viðtøkunum skal grunnurin ikki fáa avgerandi ávirkan í virkinum, hann setur pengar í. Og hann skal avhenda gjørdar íløgur, tá tær eru burðardyggar og sølubærar.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV