6.000 færri kanningar og viðgerðir

bannari
6.000 færri kanningar og viðgerðir
Korona hevur skumpað aðrar sjúkur afturum í føroyska sjúkrahúsverkinum
 
01.07.2020 - 08:21

Síðani korona kom hálvan mars hava verið 6.000 færri ambulantar kanningar og viðgerðir enn somu tíð í fjør. Fyrireikaðar skurðviðgerðir eru millum 35 og 60 prosent færri í ár.

Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður, sum hevur svarað fyrispurningi frá Sirið Stenberg, løgtingskvinnu.

Hann sigur, at fysioterapiin og ergoterapiin minkaðu millum 60 og 80 prosent. Men allir sjúklingar, sum ikki kundu bíða, fingu neyðugu viðgerðina í sjúkrahúsverkinum.

Nógvar viðtalur, sum annars plaga at vera í sjúkrahúsunum, vórðu avgreiddar í telefonini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109