Eingin hevur noktað at latið seg kanna

bannari
Eingin hevur noktað at latið seg kanna
Higartil hevur einki ferðafólk noktað at lata seg kanna fyri koronuvirus, síðani skipanin varð sett í verk í gjár
Øll ferðafólk, sum koma til Føroya, skulu nú kannast fyri korunu, tá tey koma til landið
Mynd: Savnsmynd  
 
28.06.2020 - 16:57

Tað sigur Leivur Persson, stjóri á Arbeiðs- og brunaeftirlitinum, ið hevur ábyrgdina fyri, at kanningarnar á flogvøllinum verða gjørdar.

Tvey flogfør komu í gjárkvøldið, eftir at Dátueftirlitið hevði givið endaliga loyvið. Einki  ferðafólk noktaði at lata seg kanna í gjárkvøldið.

Í dag eru trý flogfør komin í Vága floghavn, og heldur ikki í dag hava fólk noktað, at myndugleikarnir kannaðu tey, sigur Leivur Persson við Kringvarpið.

Fyribils til 10. juli

Tað var ikki fyrr enn seint seinnapartin í gjár, at Dátueftirlitið gav endaligt loyvi til, at myndugleikarnir kundu noyða fólk at lata seg kanna.

Heilsumálaráðið hevur gjørt avtalu við privatu kanningarstovuna Thetis, um at kanna fólk, tá tey koma til landið við flogfari ella skipi.

Avtalan millum Heilsumálaráðið og Thetis er galdandi til og við 10. juli. Í løtuni er ógreitt, hvør skipan verður galdandi eftir tann dagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109