Ferðavinnan kann nú søkja um koronustuðul

bannari
Ferðavinnan kann nú søkja um koronustuðul
Fyritøkur, sum reka gistingarhús, matstovur, ferðaskrivstovur, skipa fyri túrum ella flyta ferðafólk, kunnu nú søkja um stuðul
 
24.06.2020 - 08:21

Lógin varð lýst í gjár, og hon kemur í gildi í dag. Men hon er afturvirkandi til 12. mars í ár. Lógin er um stuðul til ferðavinnufyritøkur til fastar útreiðslur.

Sambært lógini eru ferðavinnufyritøkur tær, sum reka gistingarhús, matstovur, ferðaskrivstovur, skipa fyri túrum ella flyta ferðafólk. Hetta skal vera høvuðsvirksemið hjá fyritøkunum, sum skulu vera privatar.

Fyritøkurnar skulu hava mist minst 40 prosent av umsetninginum frá 12. mars til 31. august í ár samanborið við sama tíðarskeiðið í fjør.

Hjá teimum fyritøkum, sum eru stovnaðar eftir 12. mars í fjør, er samanberingin tíðarskeiðið 1. desember til 29. februar.

Fáa í mesta lagi 10 milliónir

Stuðulin er 75 prosent, um fyritøkurnar missa millum 60 og 100 prosent, og 50 prosent, um tær missa millum 40 og 60 prosent.

Tær kunnu tó í mesta lagi fáa 10 milliónir krónur. Samtøk fáa 10 milliónir krónur, og ikki 10 milliónir fyri hvørja fyritøku í samtakinum. 

Ein treyt fyri at fáa stuðul er, at einki vinningsbýti verður latið í ár, næsta ár og í 2022. Freistin at søkja um stuðul er til 31. oktober í ár.

Tað, sum ikki stendur neyvt í lógini, kemur í kunngerðum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 4. mars
Veðrið
188646
Sunnudag 2. mars
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
188513
Fríggjadag 28. februar
Veðrið
188455
Fríggjadag 28. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188428
Fríggjadag 28. februar
Heim, kæra heim (3:3) - teknmálstulkað
188417